Syng um stóru frelsuna

Orð: George Scott Railton
Lag: Henry Clay Work
Týtt: M.C. Restorff

1. Syng um stóru frelsuna,
sum Harrin býður her,
syng av heilum huga
út um ta víðu verð.
Einki kann sum sangurin
upp lívga tyngda sinnið,
syng tí hvør sál,
brátt vit koma á mál.

Niðurlag: Framá, framá, vit bera gleðiboð,
framá, framá, loyst eru deyðans tog.
Jesus eigur æruna, vit frøast í hans navni,
syng tí hvør sál,
brátt vit koma á mál.

2. Hoyr hin óttafulla syngja,
mennast við hvørt stig.
Hygg, hin veiki sigrar,
tá Jesus er við lið.
Skoða, har teir stríðast,
Harrans herlið vinnur sigur,
syng tí hvør sál,
brátt vit koma á mál.

3. Ætlan okkara er nú
at vísa tær á hann,
sum á krossins træi
við blóði okkum vann.
Harri myrkursins má dvína
fyri Jesu navni,
syng tí hvør sál,
brátt vit koma á mál.

FavoriteLoadingGoym tekstin