Syngið signing, syngið frið

Orð: Robert Joensen
Lag: C. E. F. Weyse

1. Syngið signing, syngið frið
nýggjársmorgunløtu.
Lið er opnað, fyrsta stig
sett á nýggjársgøtu.

2. Gangast skal hon. Hvar hon fer,
eina Guð man vita,
og um hvussu geingið er,
eingin orkar gita.

3. Gongur hon til friðardal,
fram til gleðieingir,
tøkk til Guð ei gloymast skal,
ljómið takkarsangir.

4. Leiðir hon meg gjøgnum grót,
skursl og skriðulendi,
Harrans megi gevur mót;
máttin hann mær sendi.

5. Syngið signing, syngið frið
nýggjársmorgunløta!
Hav á ferðum Jesus við,
hann er himnagøta.

FavoriteLoadingGoym tekstin