Eg syngja kann, tí hjarta mítt tað gleðist

Orð og lag: Olav Askildsen

Eg syngja kann, tí hjarta mítt tað gleðist
at hoyra, hvussu Jesus elskar meg.
Hann kom av himmalhæddunum her niður,
tók allar mínar syndir upp á seg.

Hvat kann eg fyri Harra mín nú gera?
Jú, lív mítt fyri hann eg liva kann.
Hann ynskir, at eitt vitni eg skal vera
og leiða onnur menniskju til hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin