Syngja sama lag

Orð og lag: Mark No Limits

Um eg nú seti meg hjá tær,
Vilt tú so syngja fyri mær,
Tí mær leingist so at hoyra teg,
Sig at tú enn elskar meg!

Ongantíð tú sigur meir,
Kom babba góði balla meg,
Sig mær eina søgu og signa meg,
Jesu pápin verjur teg og einglar teir!

Hjarta mínum leingist so at finna inn til tín,
Lítli eingil mín sing fyri mær,
Sig mær tít goymistað,
So eg kann finna inn,
Skilja tínar tankar
Sig mær hví tú goymur teg,
Eg vil so fegin tað,
At tú og eg vit syngja sama lag.

Babba kom og set teg her,
Og eg skal syngja fyri tær,
Um eitt lítið hjarta sum er mær nær,
Eingin er sum tú í hesi verð!

Í huga mínum altíð tú,
So tá eg tegni tegni eg,
Lítla heita hjarta sum varðir meg,
Og vita skalt tú at eg elski teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin