Tá andi mín hin kross kann sjá

Orð: Isaac Watts
Lag: Lowell Mason
Týtt: Victor Danielsen

1. Tá andi mín hin kross kann sjá,
sum eitt sinn lívsins Harra bar,
alt mítt sum skarn eg rokni tá,
vanvirði tað, sum rós mítt var.

2. Forbjóði Gud, eg rósi mær
uttan av Kristi deyða bert;
alt tað, sum fyrr meg dró at sær,
ofri eg upp – tú alt mær ert!

3. Hygg á hans sár, har blóðið rann,
hvussu hans sál av sorg er mødd!
Hvør hevur møtt tí sorg sum hann!
Hvar krýndu tornir slíkt eitt høvd!

4. Var alt á foldum mítt, tað var
ov lítið offur tó til tín;
tak meg – tað er jú alt frá tær –
anda og kropp og kærleik mín!

FavoriteLoadingGoym tekstin