Tá ár fer at halla og hvørvur so smátt

Orð: Petur William Háberg
Lag: Jens Guttesen

1. Tá ár fer at halla og hvørvur so smátt,
og aftur eitt ár kemur nær,
tá steðga vit ivandi, líta um bak,
minnast aftur, hvat fortíðin bar.

Niðurlag: :,: Men mín sál kann tó glað
„Ebenezer“ sítt reisa í dag. :,:

2. Kann vera, at leiðin ei gingin varð bein,
og ljós undir skeppu varð fjalt,
tí andin er fúsur, men holdið er veikt,
og skjótt verður hjartað várt kalt.

3. Kann vera, at onkrum er fallið í lut
at stíga í deyðskuggans dal,
men keppurin ævigi óttan tók burt,
og við hansara hjálp gongst alt væl.

4. Kann vera, tú svárt kennir saknin í dag
av vinum. ið tær stóðu nær.
Tó – vita, at vinurin besti tó er
tann HARRIN, sum verður og var.

5. So ugga tá, Harri, ta máttleysu sál
og turka burt sorganna tár,
og lat okkum liva tær nærri hvønn dag
hetta komandi, ókenda ár.

Niðurlag: :,: Og mín sál skal tá glað
„Ebenezer“ sítt reisa hvønn dag. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin