Tá babba kemur heim

Orð: Steinbjørn B. Jacobsen

Tá tú kemur heim
og tú aftur er hjá mær
hjá okkum báðum alt sum fyrstu ferð
í frið og náðum svevur tú við mína lið.

Og tú spyr og spyr um alt
og eg tær sigi frá
um stórt og smátt, sum hendi heima her
sum ein fittur drongur, ið lurtar eftir søgum.

Bara tað, at tú ert inni
vit fáa ein temunn saman
og kanska tosa um hvat vit vilja gera
tað er gott at tosa við onkran
tað er gott at kenna, at tú ert hjá mær.

Tá babba kemur heim
vit bæði verða glað
tá aftur hann er her hjá tær og mær
hann hevur okkurt heim til tín, lítli mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin