Tá, bróðir og systir, tín leið tykist svár

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tá, bróðir og systir, tín leið tykist svár,
syng Guði eitt fagnaðarlag!
Víst Djevulin skýggjar tín lívsfríska sang,
men Jesus Seg frøir um tað!

Niðurlag: :,:Ja, best er at syngja um Hann!:,:
Mítt mál er jú Himmalin, tonk, á, hvør stórt,
ja, best er at syngja um Hann!

2. Og møtir sum Samson tú leyvum viðhvørt,
gakk syngjandi fram tína leið!
Tí vita tú skalt, at Guðs trúfasta hond
teg styrkir, hvar enn tú so steig.

3. Og skuldi í myrkahús leið tín teg ført,
gakk syngjandi fram tína leið!
Minst, Paulus og Silas, sum lovsungu Guð’,
teir sungu og góvu seg ei.

4. Og mást tú, sum Ísrael áður eitt sinn
sær leið gjøgnum oyðimørk fann,
so minst til ta sannroynd, tey tá komu til,
at best var at syngja um Hann!

5. Tá Dánjal í forðum í ljónbøli gekk,
har syngjandi ganga hann man!
Tá hjartað er nýtt og tín samvitska rein,
tú roynslurnar tolir sum hann!

6. Tey vitnini trý, sum í eld vórðu stoytt,
lovsungu tó eldurin brann!
Hin fjórði var við, tað var Jesus, Guðs Lamb,
ja, best er at syngja um Hann!

7. Eg Stefanus síggi – teir steinaðu hann,
tó fyri teim biðja hann man!
Hann sá inn í Himmalin, sá har Guðs Son,
nú syngur hann bara um Hann!

FavoriteLoadingGoym tekstin