Tá country kom til Skopun

Orð og lag: Stefan Brunzell, Tony Johansson og Ulf Georgsson
Týtt úr svenskum: Árni Joensen

Tey eldru her á staðnum hava sagt mer
um dagin sum heilt broyti ogra tíð
í búrið kom við post ein LP pláta
og country tónar sveima upp í ský

har hoyrast Jimmy Rodgers og Hank Williams
og allir sungu sama kovboy lag
tá ogur seint á kvøldi skuldu sova
var einki aftur sum tað var í dag

Tí tað var tá, at Country kom til Skopun
og tónleikurin nýggjar spírar far
tað swingar gott her undir sól og mána
og síðan tá er einki sum tað var

Tá byrja bólkar undir hvørjum steini
og spældu tað sum ongin hevði fyrr
og hattar heilt úr texas tað er mótin
og útselt var á hvørju country hyll

Tí tað var tá, at Country kom til Skopun
og tónleikurin nýggjar spírar far
tað swingar gott her undir sól og mána
og síðan tá er einki sum tað var

Tí tað var tá, at Country kom til Skopun
og tónleikurin nýggjar spírar far
tað swingar gott her undir sól og mána
og síðan tá er einki sum tað var

tað swingar gott her undir sól og mána
og síðan tá er einki sum tað var

FavoriteLoadingGoym tekstin