Tá dagurin rísur og alt vaknar við

Orð: M.S. Viðstein
Lag: Hin tíðin, ið rann
Viðmerking: Yrktur til Føroya Arbeiðarafelag í 1961.

1. Tá dagurin rísur og alt vaknar við,
vit reisast hvør í sínum lagi,
tá spennast tær spengur úr liði í lið
til stríð og til strev, so er mál hvørt og mið –
tað er arbeiðsins dynjandi kvæði!

2. Hin rísandi dagurin krevja man sítt
til dáð og til verk at útinna.
Um verk eru ymisk, so verður tó strítt,
til verk eru lokin, men takið er títt,
um í lívinum fram tú vilt vinna.

3. Tá verk skulu innast, hvør verður tað tá,
sum leggja seg til skal í bræði?
Tað eru tær herðar og hendurnar tvá,
ja, strevið og slitið, sum øll líta á –
tað er arbeiðsins dynjandi kvæði!

4. Tá tøk skuldu takast, tá vóru vit har,
vit vunnu fram fíggjarlig virði.
Og vit reistu hús, eins og vit bygdu far,
vit løgdu hvønn stein í samfelagsins garð –
gingu trúliga treystir við byrði!

5. Í fylking, í felag tað munar so væl,
tá er ikki at halla vanga!
Tað dunar, har fylkingin setir sín hæl,
vit vita, at rættvísi sigra brátt skal,
um í fylking vit framá bert ganga!

6. Í fylking skal mennast várt arbeiðarlið,
vit stimbrast og stælast í styrki
at krevja vár rætt, og vit leggja tað við:
Vár fylking skal halda í stríð og í frið,
hon skal vera vár vernd og várt virki!

7. Eitt sinn rísur dagur, sól roðar í líð
og fold verður føgur at skoða,
tá renna skal upp ein glæsilig tíð,
tá samsýnt til fulnar er arbeiðsins stríð –
tí er óræddur framá at toga.

FavoriteLoadingGoym tekstin