Tá eg droymi

Orð: Martin Joensen
Lag: Ólavur Højgaard

Tá eg droymi, droymi eg um teg
og um sólfyltar dagar síðst í mai.
Tá í vársins gróðri vit gingu,
– millum sóljurnar fótur tín tá steig.

Tá eg vakni, ja, tá minnist eg
síðsta túrin í skýming fram við strond.
Meðan roðin enn gylti vágna
merkti eg, at tú slepti míni hond.

Um eg bert kendi tey loyndarmál, tú duldi.
Um eg bert visti hvar tú vart,
um eg bert visti hví tú fórt?

Tá eg vakni hugsi eg um teg,
og eg smílist, tó sinnið kennist tungt.
Minnist løturnar, vit tó áttu,
– minnist várið, tá hjartað enn var ungt.

FavoriteLoadingGoym tekstin