Tá eg gangi á rættferðarvegi

Orð: Johnson Oatman
Lag: William Edie Marks
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: The last mile of the way

1. Tá eg gangi á rættferðarvegi,
og mín leið móti dýrdini ber,
skal eg skoða mín kong har við gleði,
tá ið skeið mítt á fold runnið er.

Niðurlag: Tá ið skeið mítt á fold runnið er –
og um dagsetur endar mín ferð,
skulu hvíld mær og lívsæla bíða,
tá ið skeið mítt á fold runnið er.

2. Lat meg boðskapin glaða nú bera
teimum burt vilstu sálunum her,
so mín frøi kann fullkomin vera,
tá ið skeið mítt á fold runnið er.

3. Her tey dýrastu bond mugu støkka,
sorgin beiska hvønn dag um seg ger,
men ei grátur, ei suff meg kann røkka,
tá ið skeið mítt á fold runnið er.

4. Og um trúfastur virkað eg havi,
gingið sannleikans leiðir í verð,
tvífalt fegnast eg skal alla ævi,
tá ið skeið mítt á fold runnið er.

FavoriteLoadingGoym tekstin