Tá eg komi fram

Martin JoensenJákup Zachariassen
Orð: Martin Joensen
Lag: Jákup Zachariasen

Eg havi bannað bergið, sum reistist móti mær!
Ígjøgnum ódnarnætur longsul mín meg bar.
Eg líti ikki afturum,
men stevni móti fjøllunum,
– vinir bíða har!

Ígjøgnum svidnar oyður friðleysur eg gekk,
– eg gloymi ongan lúsing, eg á vegnum fekk!
Eg goymi teir sum reyðagull,
nú er skjáttan næstan full.
Mín sál í lepum hekk.

Eg veit, eg vinni fram,
– eg hómi heimagarð!
Tá ið eg komi fram
skal eg síggja tey, ið longjast eftir mær.

Eg havi barst við Bacchus, hann vildi forgera mær.
Í beiskum rúsi eg mína byrði bar.
Tá knústi onkur gløsini,
og vísti mær á sjálvan seg,
– bað meg fylgja sær!

Eg veit, eg vinni fram,
– eg hómi heimagarð!
Tá ið eg komi fram
skal eg síggja tey, ið longjast eftir mær.

Eg fari yvir um ánna, ongin skal steðga mær!
Tú, ferjumaður, før meg yvir har!
Rógv meg út úr náttini,
nú morgun er á gáttini,
– skjótt eg fái svar!

Eg veit, eg vinni fram,
– eg hómi heimagarð!
Tá ið eg komi fram
skal eg síggja tey, ið longjast eftir mær!

FavoriteLoadingGoym tekstin