Tá eg skoði stjørnurnar

Flóvin Tyril
Orð og lag: Stuart Hamblen
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Known only to Him

1. Tá eg skoði stjørnurnar,
tá fyllist hjarta mítt við undran –
henda sjón bergtekur heilt mína sál,
men tann hond, tær setti har
um tað víða himnahválvið,
hevði við tí eitt heilt ávíst mál.

Niðurlag: Kend Harranum bert
er mín leið her á foldum;
ei myrkrið meg ræðir,
tá skýmligt mær gerst.
Ei veit eg, hvat mín framtíð ber,
men eg veit júst, hvør ber hana –
er mær ókend – kend Harranum bert.

2. Mitt í heimsins trongd og neyð
kann eg á knøum stundum spyrja,
hví eg bera má so tungan ein kross.
Tá í bøn, hann sigur mær,
at eg líta kann meg á seg.
Nýggja kraft mín andi tá fær.