Tá eg var 25

Lag: A kjøra vatten…

Væl siti gestir og veitslufólk
á hesum mínum minnisdegi.
Eg eri ungt enn, bert tjúgu fimm
og sinnið mítt er lætt og fegið.
Teir góðu fittu menn meg minnist væl,
ið settu meg á stovn alt viå sítt spæl,
stuttligt var har
tað tykist mær,
ja, sjálvt nú ár eru liðin.

Eg sá og hoyrdi í fjórðingsøld
alt tað sum finst í kortaspæli,
og so alt prátið um stórt og smátt –
eg haldi ei tað var so galið;
um fjandan sagt at tað var sera rárt
sum aðrir menn hann dugdi spæla kort,
aldri á gátt
dag ella nátt,
mót mínum monnum tordi spæla.

Um illa gekst teim eitt spælikvøld
teir fingu vána bløð um hendi,
og um enn alt sýntist høpileyst
ja, eins og eydnan frá teim vendi,
so fóru teir so spakuliga fram
og fingu sær ein pinkulítlan dramm
søgdu tað skal
muna so væl
at fáa betur kort í hendi.

Var lukkan við teim og gekst teim væl,
teir vóru ikki alt ov tryggir,
tí ástareydnan er honum best
sum alt í stórum tapi liggur,
teir hildu bara fram við sama lag,
so spakuliga fóru teir avstað,
stigu so fram,
tóku ein dramm,
ið góður er í øllum førum.

Í øðrum londum teir hava spælt
har eru ymsir leikir farnir,
væl kann tað sigast har vóru teir
í vunnum leikum heldur sparnir.
Teir ferðaðust um Íslands jøkulsstrond
og suðurá til Danmarks fløtu lond
suður og norð
løtt vóru spor,
teir komu heim í heilum skinni.

Men lat oss skemta á hesi nátt
sum monnum sømir sær til gaman,
tí væl teir tekkja eitt hægri mið
sum kvøld um kvøld her koma saman.
Eins og nú ta næstu fjórðingsøld
so fjølmentir at samlast her hvørt kvøld.
Ynskið er mítt,
leingi og frítt
má eg sum felag tykkar liva.

FavoriteLoadingGoym tekstin