Tá eg verði stórur

Orð: Jacob Hansen
Lag: Vísulag (Sår er min hånd)

1. Tá eg verði stórur,
tá verður tað gott,
áh hvat eg tá verði glaður;
á sjógvin eg sleppi dag og nátt
sum annar útróðrarmaður.

Her er tað land, sum mær hóvar.

2. Enn eri eg lítil, eg sleppi ei við
at seta línu niður;
men eg má ganga í fjøruni
og stinga øður og fliður.

3. Eg biði pápa lova mær við;
hann sigur: “Tú gert bara verri,
ligg tú bara heima í frið,
til tú ert vorðin størri.”

4. Tá fái eg bæði bát og neyst,
línu, onglar og snøri;
summar, vetur, vár og heyst
eg fisk at landi føri.

5. So selji eg hann til handilin,
eg nógvar pengar fái,
so spari eg teir og seti teir inn,
tá sjálvur eg mær ráði.

6. Tá keypi eg ikki bomm-bomm og skrá,
at drekka eg ikki skal røra;
at endanum skip eg keypi tá,
og sjálvur skal eg tað føra.

7. So seti eg segl undir hvørja rá,
ja, stuttligt man mær tað tykja;
yvir havið eg sigli tá
til onnur lond at vitja.

8. Til eg verði stórur eg gleði meg;
á sumri eg ei skal blunda,
við øðrum monnum fari eg
í bakkan at draga lunda.

9. So klívi eg í bakkanum,
eg djarvur verði at ganga;
eg gravi í øllum holunum
hvønn lunda til at fanga.

10. Í línuna teir binda meg,
eg sígi í bergið bláa;
tann fugl, ið situr á rókini,
eg skal í netið fáa.

11. Stuttligt tað verður í línuni
aftur og fram at sveiggja,
líka sum eg í roykstovuni
undir bitanum eri vanur at reiggja.

12. Eg gangi fram, hvar rókin er høll,
við stongini skal eg meg styðja,
so seti eg meg á ein lítlan pall
til lomviga at fleyga.

13. Tað verður stuttligt at sita har
og fugl í netið at fáa
av tí, sum flýgur fyri eygum á mær
yvir havinum bláa.

14. Eg haldi tað verða stuttligt við
á fjall eftir seyði at ganga,
at reka lomb við móðurlið;
í rættini vit tey fanga.

15. Um slættan dal og grøna líð
eg lættliga kann renna;
tann fuglaflokk, sum býr haganum í,
eg læri væl at kenna.

16. Láir, spógvar og tjøldur við
í haganum hava reiður;
eg lati eggini liggja í frið,
tí fuglurin tey eigur.

17. Stuttligari er tað tó
enn á fjall at ganga,
tá tey rópa grindaboð,
og glaða á hvørjum tanga.

18. Tann maður, sum tá stendur og slær,
man líggjan frá sær tveita,
til húsa heim hann skundar sær,
til bátin man hann leita.

19. Bóndin tá í hjallin fer
kjøtið niður at skera;
mjólkadyllan til reiðar er,
og klæðir í bátin tey bera.

20. Hvør maður við skundi til bátin fer
við sínum oljubrókum,
skuturin fullur av váknum er
og línum og sóknarkrókum.

21. So taka teir allir árar í hond
og rógva, har grindin man vera;
teir reka so hana á slættan sand
har hvalir á háls at skera.

22. Tá eg verði stórur, tá sleppi eg har,
ja, ja, tá verði eg glaður!
Grindaknívin eg beri við lær
sum annar grindamaður.

23. Kann vera, eg sleppi næstu ferð,
tí eg nú mennist í hvørjum.
Nei, ongastaðni so stuttligt er
at búgva sum í Føroyum.

Her er tað land, sum mær hóvar.

FavoriteLoadingGoym tekstin