Tá eyga mítt í undran sær Guðs mikla veldisverk

Orð: John W. Peterson
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tá eyga mítt í undran sær Guðs mikla veldisverk,
mín sál av sonnum undrast má, mín trúgv á Hann gerst sterk;
hvør tindur, áir, hav og hválv, ja, alt, ið liva man,
alt vitnar um als skapan Guðs og peikar júst á Hann.

Niðurlag: Tað var eitt undur stórt, Hann skapti stjørnurnar,
eitt undur, Hann úr ongum skapti hesa verð;
men tá Hann frelsti meg,
tók mína synd á seg,
tað er tað størsta undrið, hent enn er.

2. Ein undursamur Guð Hann er, hvør kann avnokta tað?
Alt tað, ið skapt er, boð ber um Hans veru nátt sum dag!
Sítt vísa handaverk við Orði sínum uppi ber,
og tann, sum trýr tí, har er sagt, fær lív og sælu her.

3. Í Skriftini vit lesa um hvat Guð Hann hevur gjørt,
úr trældómi ígjøgnum havið fólk sítt hevur ført;
í oyðimørk úr klettinum Hann vatnið streyma læt,
tá fólkið bað í hungursneyð frá Himli sendi mat.

4. Sum fótskammil Hans jørðin er og himlar tróna Hans,
ein mikil Guð, hvørs dýrd ei rúma kunnu tempul mans!
Tó undur yvir undur stórt, Hann sær til smá sum meg,
á, illa stadda, særda sál so dýrt Hann elskar teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin