Tá ferðin er at enda komin her

Orð: Jóhannes Holm Jacobsen
Lag: William H. Monk

1. Tá ferðin er at enda komin her,
mín sál við gleði heim til Himmals fer;
og, Jesus, æran øll er tín, at eg
av náði tíni skjótt skal síggja teg!

2. Áh, Jesus, aldri, aldri fati eg,
hví tú so mikið vildi elska meg
og ganga henda tunga, tronga veg
frá krubbuni og til Getsemane!

3. Og so til síðst á krossinum tú hekk,
men sigrandi úr grøvini tú gekk
og ert nú við tíns Faðirs høgru hond;
í tínum navni loysast syndabond.

4. Takk, Jesus, fyri, at mítt skuldarbræv,
er kvittað, synd mín søkt í djúpa hav,
so aldri, aldri meir tú hana sær!
Tað er hin vissa, orð títt veitir mær.

5. Og skjótt ein dag nú fríur verði eg
frá øllum tí, sum mangan tyngir meg;
tá hjartansglaður skal eg skoða tað,
sum her bert veikt í trúgv eg havi sæð.

FavoriteLoadingGoym tekstin