Tá fjøll og múrar reisast og køva vilja teg

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Av nya tidens flöden din själ er tom och trött / Christina Imsen
Viðmerking: Yrktur í 1999.

1. Tá fjøll og múrar reisast og køva vilja teg,
og andaherlið mikil runt um teg reisa seg;
tú einsamallur stendur, so fáan stríðsmann sá,
sum sannleiksorðið hevjar – teir allir viku frá!

Niðurlag: Um hav og streymar brúsa, fór alt um teg í sor,
ein útveg tó tær opnar Guðs lyftisríka Orð;
har rist í Sínar hendur Hann ævigt hevur teg,
mót tær ei helheims portur og kreftir standa seg!

2. Tá máttloysi tú kennir um hjartað sígur tjúkt,
tín trúgv er við at svíkja, tín síðsta megi brúkt;
ógongdar, djúpar gjáir seg opna fyri tær,
Mín Guð, mín Guð!, tú rópar, hví fórst Tú, Guð, frá mær?

3. Tá kær og elskað systkin tær bakið vendu her,
sum Demas fóru frá tær – so meinlík hesi verð;
og sundurbrotið hjartað í stúran venar seg,
ei út úr stríð og mótgongd tú hómar nakran veg.

4. Tá tap og sjúka hóttir og ikki eira teg,
tú ongan útveg hómar, úr trongdum ongan veg;
og tó í bøn tú stríðir er Himmalin sum blýggj,
tá gloym ei, at sum barn Guðs tú staddur ert í kríggj!

5. Hann hevur ikki lovað, at tær skal gangast væl,
men bert, um út tú heldur, tín sál skal gerast sæl!
Ígjøgnum trongdir kemur í Ríki Guðs ein inn,
á hetta Orðið dagligt teg sjálvan støðugt minn.

6. Men eitt Hann hevur lovað: Hann frá tær aldri fer,
um alt so um teg rapar, ígjøgnum alt Hann ber.
Hann gevur ikki stein, tá um breyð tú biðja man,
um øll og alt man svíkja, tó trúfastur er Hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin