Tá flaggdagur farin er aftur um bak

Tá flaggdagur farin er aftur um bak,
úr neystinum draga tey bát.
I Sundinum manningin tekur mangt tak,
Er kappingarhugað og kát.
Rógvi ”Hvassi”, rógvið,
Verið fyrst á mál,
Brýtur skúm frá bógvi,
Vøddarnir sum stál.
Róðursmaður rópar:
”Vinnið við hvørt hál!”
Og nú smellur skotið,
Og ”Hvassi” kom fyrst á mál!

Um vindurin blæsur, og Sundið uppreitt,
tey treystliga leggja út frá,
í stilli, tá fjørður og land eru eitt,
so fríð er tann sjónin at sjá.

Og tað var so mangan, at Grønhólmur sá
Hin ’Reyða’ at strúka framvið,
og inni í Buktini vendir hann á.
Ei manningin unnar sær frið.

Á hvørjari stevnu hin ”Reyði” er við,
til skammar sær ongantíð ger,
er millum teir fremstu, fær stig eftir stig,
og sigur til heimstaðin ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin