Tá forðum Gud til Ísrael

Orð: Daniel Webster Whittle
Lag: Charles Hutchinson Gabriel
Týtt: Jákup Olsen

1. Tá forðum Gud til Ísrael
gav boð um lívsins leið,
bert undir offurblóðinum
teim deyðin náddi ei.

Niðurlag: Tað er hans orð,
Guds dýra orð,
við lyftum ævigum:
Eg, Harrin Gud, vil blóðið sjá
og leypa tykkum um.

2. Guds syndafría, reina Lamb
á deyðans gøtur steig,
hann tá útinti Harrans orð
og fyri okkum leið.

3. Áh, sál, frá Gudi býðst tær tí
frí frelsa nú og her!
Av Jesusi og við hans blóð
tín synd út strikað er.

4. Guds vreiði yvir okkum lá;
hon løgd á Lambið varð,
tín skuld varð rindað við hans blóð;
tey boð ber Harrin tær.

5. Hvør stilt hin dómsins dagur skal
tey frelstu leypa um,
sum litu her á Kristi blóð
og trúðu orðinum!

FavoriteLoadingGoym tekstin