Tá forðum lærisveinarnir

Orð: Joseph B. Trowbridge
Lag: J.B. Trowbridge
Týtt: Victor Danielsen

1. Tá forðum lærisveinarnir
í angist róptu sjónum á,
tín rødd, áh, Harri, gjørdi logn,
og leggjast mátti bylgjan há!

Niðurlag:
Hans rødd, hon tamdi villa hav,
hans hond, hon sjón tí blinda gav,
ei grøvin kundi binda hann,
og hann, hann eina frelsa kann.

2. Og hin, sum føddur blindur var,
til tín hann kom, um hjálp hann bað,
tín hond læt blindu eygu upp,
til gleði vendist sorg tann dag.

3. Tú lívið lætst á Golgata,
í myrka grøv tú lagdur varð;
men upp við sigur reistist tú,
ei deyðin kundi halda tær.

4. Og tá ein vónleys sál í dag
til tín sær vendir, troytt av synd,
tú sendir frið í friðleyst bróst
og gevur sjón í eygu blind.

FavoriteLoadingGoym tekstin