Tá Gabel ráddi í Føroyum

Orð: Jacob Hansen
Lag: Vísulag (Om Danmarks kvide)

1. Á fjallalandi við grønari líð
býr Føroya tjóð,
har frælsið var heima í fornu tíð
og mentan góð.
Monnum ei skortaði nakað til fíggja,
men teir fingu tó annað at síggja,
tá Gabel ráddi í Føroyum.

2. Døkk tokan seg breiddi um landið tá,
nívandi tung;
stúrandi eygað at øllum sá.
Gomul og ung
kærdu seg illa undan tí vanda,
kvíðandi fyri, hvar tey skuldu landa,
tá Gabel ráddi í Føroyum.

3. Hvør fríborin kvinna stúrandi sat
í heimahøll;
ei seggur í stríði seg finna læt,
tey svóvu øll.
Børnini grótu av armóð í smáttu,
maður ei bita til heimið sítt átti,
tá Gabel ráddi í Føroyum.

4. Í Føroyum mangur tá lítið fekk
til dagligt breyð,
biddandi trælur um bygdir gekk,
ja, stór var neyð;
leitaðu tey sær til strondina niður
at skera sær tang og stinga sær fliður,
tá Gabel ráddi í Føroyum.

5. Long var leiðin til handils tá
í teirri tíð
hjá teimum, sum búðu langt burtur frá
Tórshavnar bý;
mangur misti tá lív og æru,
ið fór til Havnar at keypa sær varu,
tá Gabel ráddi í Føroyum.

6. Bert danskir harrar tá ráddu har
við handilin,
tá føroyingur illa happaður var,
slapp valla inn.
Um Føroyingar vildu har avreiða nakað,
varð tað við háð og spotti vrakað,
tá Gabel ráddi í Føroyum.

7. Tann vara, handilin teimum beyð,
varð lítið verd,
moðið var kornið og fúnað var breyð,
og vágin skerd.
Ofta ov lætt í býð varð vegið
– loddini høvdu mist sína megi -,
tá Gabel ráddi í Føroyum.

8. Við handilin ofta eyktist sút
og mikið stríð,
og tómhentur mangur varð rikin út
í teirri tíð;
lamið var fólkið sum hundur í hafti,
ið heim verður rikin við tómum kjafti,
tá Gabel ráddi í Føroyum.

9. Fólkið varð happað og illa lítt,
lagt undir fót,
hvør maður noyddist at lata sítt
til fútabót.
Tann, teimum talaði nakað at meini,
fjøtraður varð á Spískasteini,
tá Gabel ráddi í Føroyum.

10. Tú fríborni sveinur og fríborna sprund,
hvar vart tú tá, –
tá prestar og fútar á tíni grund
frítt høvdu ráð?
Sum grenjandi garmar um landið teir fóru,
ránaðu til sín sum ófriðardjórið,
tá Gabel ráddi í Føroyum.

11. Tað var ikki løgið, um tú bart hat
á hevndar hátt
til teirra, sum soleiðis bóru seg at
við tína gátt;
útlendskir harrar við trælabandi
bundu teg í tínum egna landi,
tá Gabel ráddi í Føroyum.

FavoriteLoadingGoym tekstin