Tá Gud við Anda sínum mítt stolta sinn fekk felt

Orð: Ismar Joensen
Lag: Martin Simonsen

1. Tá Gud við Anda sínum
mítt stolta sinn fekk felt,
tá veðraðist alt burtur,
eg áður stórbært helt,
og sjónin lyftist hægri
– upp um tey dimmu skýggj.
Mær opnaðist ein onnur verð
so undurføgur, nýggj.

2. Eg sá í høgum sali
við Alvalds høgru hond
Guds Elskuliga sita
og skoða heimsins lond.
Sum logar vóru eygu hans,
tó heiløg, rein og bjørt,
tey kannaðu øll hjartans ráð
og alt, eg hevði gjørt.

3. Tá fell eg á mítt andlit
og bæði græt og bað,
um mína synd og heimsins synd
eg sannførdist tann dag.
Eg skilti tá, hví Sonur Guds
í krossins deyða fór,
tað eina var, tí synd mín var
í eygum hans so stór.

4. Tað var mær áður gátuført,
men nú var tað mær greitt,
at Sonur Guds, hin heilagi,
mær náði hevði veitt,
við tað at hann á krossinum
tók synd og dóm á seg,
og hetta stóra offurverk
var reinsan fyri meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin