Tá hann í tign og dýrdarljóma kemur

Orð og lag: Almeda J. Pearce
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Tá hann í tign og dýrdarljóma kemur,
tekur sítt fólk úr heimsins sorgarvrá,
gævi hans koma gleðistrong mín nemur.
Hvítskrýddur fylgist eg við honum tá!

2. Tá eg í hallum Himmalsins skal skoða
fyri Guds ásjón frelstar skarar stá,
heiløg og myrd í Lambsins sigursroða,
hvítskrýdd tey ganga Harra sínum hjá!

3. Tá hann úr jarðaríkis ytsta horni
blóðkeypta sigursflokk sín savna skal,
í honum verd, á hesum gylta morgni,
hvítskrýdd vit tá við lið hans ganga sæl!

FavoriteLoadingGoym tekstin