Tá hann kemur, tá hann kemur at savna sínar skattir

Orð: William Orcutt Cushing
Lag: George Frederick Root
Týtt: Victor Danielsen

1. Tá hann kemur, tá hann kemur at savna sínar skattir,
síni elskaðu, dýrt keyptu børn í sín favn.

Niðurlag: Tá sum stjørnurnar føgru
tey har við hans høgru
skulu skína í ævir og prísa hans navn’.

2. Sínar skattir, sínar egnu, teir elskaðu, reinu,
skal hann savna sær inn í ta himmalsku havn.

3. Øll tey børn, sum sín Frelsara kenna og elska,
eru skattirnir, sum hann skal taka í favn.

FavoriteLoadingGoym tekstin