Tá hesin heimsins Fúrsti á meg her álop ger

Aage Samuelsen
Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Tá hesin heimsins Fúrsti á meg her álop ger
og teskar mær í hjarta: Tín trúgv ei heim teg ber!
Tá taki eg Guðs Orð fram og sigi: Gamli tú,
mín Guð ei talar soleiðis, – tað stendur skrivað jú!

2. So kemur hann og sigur: Man frelstur vera tú?
Tú ert so ófullkomin, ein hyklari ert tú!
Tá svari eg: Í Kristusi jú fjalt mítt lív er nú,
mín rættvísi Hann vorðin er, – tað stendur skrivað jú!

3. Tá fyri Orðsins svørði umsíðir víkir hann,
við kunnskapstræsins fruktum hann so seg royna man!
Hann sigur: Man Guð hava sagt? Hvar er tín trúgv so prúð?
Tó onga leið enn kemur hann, – tað stendur skrivað jú!

4. Her illir andar stundum meg tøla, tað er satt,
og frá mær vilja ræna mín frið, mín arvarætt!
Tá sigur Andin lívgandi: Guðs Orð tær sigur ber,
lít ei á tínar kenslur meir, men tað sum skrivað er!

5. So latum okkum, systkin, við Andans svørð í hond,
í trúgv hin ónda teppa og bróta veikleiks ond.
Ei við hitt ónda trætast, minst til, í kríggj ert tú,
møt hvørjum sniðálopi við: Tað stendur skrivað jú!

6. Og tá á einum sinni vit síggja skulu Hann,
vár sigursrómur ljóðar til Hann, oss lívið vann.
Vit aldri høvdu sigrað, um ei vit høvdu trúð,
at frelsan øll er grundað á: Tað stendur skrivað jú!

FavoriteLoadingGoym tekstin