Tá hugin sær aftur til barndómin vendir

Orð: Ókend/ur
Lag: Jens Guttesen
Týtt úr donskum: Zacharias Zachariassen

1. Tá hugin sær aftur til barndómin vendir,
vit minnast til mammusa faldaðu hendur.
Vit Bíbliuna opna har síggja á borði
og mammu í tøgnini grunda á orðið.

2. Vit minnast, hon Gud bað um vísdóm og náði
at liva sítt lív eftir hansara ráði.
Um sjálv hon var veik, hon til Kelduna søkti,
og hvørja ferð Harrin um styrkina økti.

3. Hon bað fyri okkum, um burtur og heima,
at vit ikki Gud máttu nakrantíð gloyma.
Hon bað ei, at stór vit og rík máttu verða,
men at vit Guds vitnisburð glað máttu bera.

4. Vit takka tær fyri tær faldaðu hendur,
tí Harrin enn signingar við teimum sendir.
Og eru vit signað við vinskaparbondum,
so kemst tað av mammusa faldaðu hondum.

FavoriteLoadingGoym tekstin