Tá hvørjaferð eg síggi stjørnur falla

Orð: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer
Upprunaheiti: Når hver engang jeg ser en stjerne falle
Viðmerking: Týddur í 2002.

1. Tá hvørjaferð eg síggi stjørnur falla
og ikki meira lýsa himli á,
mín hugur fer til hvørja sál, sum valla
man syndatyngd og vilst langt heiman frá.

Niðurlag: Tú falna stjørna sum skein so bjart,
vend aftur hagar, tú áður vart;
teg Jesus leiðir á beina kós,
tá verður aftur tú bjørt og ljós.

2. Í lívinum so mangan eg man møta
tí sál, sum áður átti lív og frið,
men fyri sína synd nú hart má bøta,
ein fallin stjørna uttan mál og mið.

3. Men hoyr nú, falna sál, sum friðleys gongur,
tað er ein leið, sum aftur førir heim;
tær nýtist ikki vilst at ganga longur,
hjá Jesusi tú finnur frið og gleim.

4. Sig, skalt tú verða við í lívsins landi
har aldri nøkur stjørna fellur meir,
har allar ævir ei finst fall og vandi,
í lívsins landi sól ei setur meir.

FavoriteLoadingGoym tekstin