Tá í eystri sólin tignar nýggjan dag

Orð: Andreas Andreasen
Lag: B.A. Weber

1. Tá í eystri sólin
tignar nýggjan dag,
sveimar lætt um hólin
summarfuglavað.

2. Morgunfegin flýgur
fuglur til og frá.
Maðkapirran smýgur
undir stein í á.

3. Rembast rangir runnar;
blómur breiða bløð!
Bíta mangir munnar
heiðafjøll og bø.

4. Vit, sum søtan sovið
hava blíðan blund,
harra várum lovið
fyri fríða stund.

FavoriteLoadingGoym tekstin