Tá ið á vári blómur spretta fyri mær

Orð og lag: Kurt Kaiser
Týtt: Hallgrim Miðberg
Upprunaheiti: Bring back the springtime

1. Tá ið á vári blómur spretta fyri mær
eftir ta myrku vetrartíð.
Fuglurin tá aftur hoyrist syngja,
sálin tá aftur andar frí.

Niðurlag: Harri, í hjartað gev mær várið,
tak tú burt ta køldu, myrku synd.
Endurnýggja meg við tínum Anda,
tá skal hitin aftur koma inn.

2. Harri, meg ger sum á, ið rennur rein og klár
av høgum hæddum niður her,
so eg kann siga frá tí søgu
um ta kærleiksflóð, av øllum ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin