Tá ið alt arbeið og stríð liðugt er

Orð og lag: Charles H. Gabriel
Týtt: Victor Danielsen

1. Tá ið alt arbeið og stríð liðugt er,
sálin við gleði til heimlandið fer –
síggja hin Harra, eg trúði á her,
verður í ævirnar gleðin hjá mær.

Niðurlag:
Áh, tá ið eg,
síggja skal teg,
síggja skal teg,
síggja skal teg,
tá eg av náði títt andlit skal sjá,
tá skal eg gleðast, tá gleðast skal eg!

2. Tá av ótaldari náði eg kann
síggja hin bústað, so dýrt hann mær vann,
bert har at vera og tilbiðja hann,
verður í ævirnar gleðin hjá mær.

3. Har eru vinir, sum fóru mær frá,
sorgin og saknurin kennast ei tá,
tó, eina Frelsarans ásjón at sjá
verður í ævirnar gleðin hjá mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin