Tá ið alt er vorðið kvirt

Orð og lag: Øssur Berghamar

1. Tá ið alt er vorðið kvirt,
og í sálini er kyrt,
ein rødd er, sum úr erva til mín teskar.
Og í andans kvirru verð
merki eg, at hann er her,
ið meg við lívsins klára vatni leskar.

Niðurlag: Hann vil fáa meg í tal,
hann, hvørs rødd eg kenni væl,
og tað er Jesus, kongur mín og harri.
Tagni heimsins mikla ljóð,
so í hjartanum er ró,
tí hann meg ynskir draga til sín nærri.

2. Mangar røddir hoyri eg
eins og fossar runt um meg,
hugtakandi teir tykjast, heimsins tónar.
Vakja má eg hvørja stund,
so eg falli ei í blund
og líkasælan ger, at sálin sovnar.

3. Frelsuna mær Jesus vann,
sálarfíggindin ei kann
burt taka hana, men hann vil tó herja
á mítt dirvi og mín mátt,
tó eg falli ei í fátt,
tí hann er nær, sum væl sítt barn vil verja.

4. Hann vil fáa meg í tal,
hann, ið eina vil mær væl,
og fyri mær til Faðir sín hann biður.
Gævi tó, at lýðin eg,
nú hann tala vil við meg,
má fylgja rødd hans – gera sum hann sigur.

FavoriteLoadingGoym tekstin