Tá ið dagur mín á fold fer at halla

Orð og lag: C. Austin Miles
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: As the day breaks

1. Tá ið dagur mín á fold fer at halla,
og eg síggja skal hin sólljósa dag,
Harrin Jesus sjálvur heim meg skal kalla,
hvør ein gleði verður tað.

Niðurlag: Halleluja mítt eg Jesusi nú syngja vil,
skjótt hann kemur, skjótt hann kemur.
Brátt tað lýsa skal í eystri, og eg fari heim,
hvør ein gleði verður tað.

2. Lambsins songur undurfagurt skal ljóða,
ei Guds einglar hava hoyrt tílíkt lag,
inn í dýrdina mær Jesus skal bjóða,
hvør ein gleði verður tað.

3. Eg við Jesusi í ævir skal vera,
og eg hitta skal tey frelstu ein dag,
lov og tøkk eg tá skal Jesusi bera,
hvør ein gleði verður tað.

FavoriteLoadingGoym tekstin