Tá ið eg endan á vegnum skal ná

Orð: William Charles Poole
Lag: Bentley D. Ackley
Týtt: Victor Danielsen

1. Tá ið eg endan á vegnum skal ná,
tá eg um sólsetur hvílu skal fá,
vælkomin heim! sigur Jesu rødd tá –
áh, tað verður sólarris mær!

Niðurlag:
Sólríki morgun,
sólríki morgun!
Sólarris æviga bíðar mær har;
sólríki morgun,
sólríki morgun!
Og, Jesus, aldri setur sól hjá tær!

2. Tá eg í dýrd hans skal skoða mín Kong,
syngja við frelstum í ævir hans song,
bera fram prís millum vitnini mong –
áh, tað verður sólarris mær!

3. Tá ið at enda lívsdagurin er,
akker er kastað og liðug mín ferð,
tá Jesu andlit mær friðheilsan ber –
áh, tað verður sólarris mær!

FavoriteLoadingGoym tekstin