Tá ið ferðin er endað, og eg leggi inn í havn

Orð: Fanny Crosby
Lag: John R. Sweney
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: I shall know him

1. Tá ið ferðin er endað, og eg leggi inn í havn,
tá eg síggja skal hin ljósa, bjarta dag,
eg skal kenna mín Frelsara, hann nevna skal mítt navn,
biðja meg vælkomnan í hin gylta stað.

Niðurlag:
Eg skal kenna,
eg skal kenna
hann, tá loystur eg standi honum hjá;
eg skal kenna,
eg skal kenna
hann, tá merkini djúpu eg skal sjá.

2. Áh, hin navnleysa gleði, tá mítt eyga skoðar hann
og hans milda smíl, sum lýsir móti mær!
Áh, sum eg tá skal takka, at hans blóð, hitt dýra, rann
fyri mær at vinna staðið uppi har!

3. Hini kæru har uppi, sum tey veittra móti mær –
áh, so tung, so tung var skilnaðarstundin her!
Nú tey syngja og biðja meg vælkomnan uppi har,
har sum sorg og skríggj og pína ikki er.

4. Gjøgnum portrið í staðnum hann í hvítum klæðum skal
leiða meg, har eingin grátur hoyrast kann,
har sum songurin ljóða skal frá tungum uttan tal –
men mær leingist fram um alt at síggja hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin