Tá ið friðfult heim vit náa

Orð: Anne Ross Cousin
Lag: John Miller Evans, George F. Root, James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Tá ið friðfult heim vit náa
á teim heyggjum ævigum,
Harrin ódeilt prís skal fáa
har av tungum óbundnum;
stríð og bøn og skylda endað,
og vit skulu sæl tá sjá
Harrans ásjón, dýra, kenda,
falla við hans føtur tá.

Niðurlag:
Áh, ein ljósur, stillur morgun
eftir eina myrka nátt,
full av stormum, neyð og sorgum!
Turkast har skal eygað vátt.

2. Tá í ljósi har vit standa,
dýrmæt heilt og endurloyst,
fræls og glað skal sálin anda,
aldri suffa meir um troyst;
aldri holdið ljósið fjalir,
frykt ei køvir gleðina,
songur um teir gyltu salir
tónar dagin æviga.

3. Skulu vit tá ikki minnast,
hvussu stór Guds náði var,
tá hin trongd ei meir skal finnast,
sum hann okkum gjøgnum bar,
hvussu eymt hann okkum leiddi
á tí myrku lívsins ferð,
sínar náðiveingir breiddi
yvir okkum niðri her!

4. Tá vit skulu betur fata,
mangt, sum her vit skiltu ei;
hann í náði vildi lata
okkum fara tronga leið.
Søtari skal hvílan smakka
móti hesi royndartíð,
meiri fult vit skulu takka,
tá vit minnast hetta stríð.

FavoriteLoadingGoym tekstin