Tá ið hann kemur

Tá ið hann kemur, tá ið hann kemur at savna sínar skattir,
síni elskaðu, dýrtkeyptu børn í sín favn.

Tá sum stjørnurnar føgru
tey har við hans høgru
skulu skína í ævir og prísa hans navn.

Sínar skattir, sínar egnu, teir elskaðu, reinu,
skal hann savna sær inn í ta himmalsku havn.

Øll tey børn, sum sín Frelsara kenna og elska,
eru skattirnir, sum hann skal taka í favn.

FavoriteLoadingGoym tekstin