Tá ið eg Harran Jesus bað

Orð og lag: Johnny Lange og Jimmy Duncan
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: I asked the Lord

1. Tá ið eg Harran Jesus bað
mær fylgja, tá vandafult er,
svaraði hann: „Eg tær standi hjá
og fylgi tær á ferð!“
Tá ið eg Harran Jesus bað
meg leiða, tá myrk tykist leið,
svaraði hann: „Ei tú óttast mást,
frá tær eg fari ei!“

Niðurlag: Ei bað eg hann um ognir,
tó ríkt hann gevur mær:
Á hválvi mánan, sólina
og stjørnur so langt, eygað sær.

2. Honum eg takki fyri alt
og telji hans gávur til mín.
Hann dró meg upp, tá ið djúpt eg lá
og tók meg nær til sín.
Hann skeinkja tær vil, um tú biður hann,
í bikar títt lívsins vín.

FavoriteLoadingGoym tekstin