Tá ið hvør skuggi burtur er horvin

Orð: Ella M. Parks
Lag: Henry L. Gilmour
Týtt: Victor Danielsen

1. Tá ið hvør skuggi burtur er horvin,
eygað hitt ljósa heimlandið sær,
dýrasta sjónin, eg tá skal síggja,
verður tú, Jesus, sum bjargaði mær!

Niðurlag:
Tá ið eg Jesus, Kongin, skal síggja,
tá ið hans ásjón hvør frelstur har sær –
áh, sum mítt hjarta honum skal prísa,
fyri hin kærleik, ið bjargaði mær.

2. Arman hann fann meg, tók meg inn at sær,
segði mær, at hann elskaði meg,
andaði frið í sálina særdu,
deyðan, hann segði, eg leið fyri teg.

3. Nú eg í trúgv við honum kann fara
leiðir, har eygað ikki sær veg,
til hann vil taka meg inn í heimið,
bygt fyri syndarar, frelstar sum meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin