Tá ið Jesus á foldini ferðaðist her

Orð: Árni Jacobsen
Lag: Jógvan við Keldu

1. Tá ið Jesus á foldini ferðaðist her,
boð um frelsu av náði hann bar,
og hann talaði til teirra álvaraorð,
bað tey aftur til Gud venda sær.

Niðurlag: Hesi boð vit frá Jesusi fingu ein dag,
boð til teirra, ið hoyrt hava ei:
„Farið út, út í heimin og sigið teim tað,
at til Himmalin opin er leið!“

2. Sínar egnu hann vann sær og lærdi teir upp
til tann dag, tá hann skiltist frá teim.
Hann við skilnaðin gav hesi einfaldu boð:
„Berið boðskapin um allan heim!“

3. Hvussu er so í dag, nú ið tíð líður frá?
Náddu boðini um alla jørð?
Nei, av sonnum kann sigast: Tað bjargandi orð
er eins neyðugt í ár sum í fjør!