Tá ið Jesus kemur, verður neyðin stór um heimin her

Orð og lag: James Milton Black
Týtt: Veitst tú, hvør hevur týtt tekstin til føroyskt, so boða okkum frá umvegis teldupost.

1. Tá ið Jesus kemur, verður neyðin stór um heimin her,
tí Guds børn tá eru horvin, og tá ei
nakar frelsast kann – mín vinur, ei ta vanlukku tær ger,
at tú enn Guds frelsuboði sigur nei.

Niðurlag: Enn í dag hann náði býður,
trúgv á hann, og tú ert fríur,
skjótur ver, tí tíðin líður.
Ja, í morgin kanska verður tað ov seint.

2. Ja, tann neyð, tað vónloysi, ið verður tá, ei sigast kann,
fleiri heim tá standa tóm – tey fóru øll
heim við Jesusi, tí øll tey høvdu trúð á hann, og nú
tók hann tey við sær inn í Guds føgru høll.

3. Onnur heim har verða eftir bert tað eina ella tvey,
áh, tann ræðsla, um tað, vinur, verður tú,
sum skalt leita eftir húski tínum og ei finna tey,
tí at Jesus tók tey heim í gylta búð.

4. Men tíverri verður mangt eitt heim, har eingin sleppur við,
tey mót Jesusi ei vildu taka her,
og nú finst ei náði longur, ei Guds vitni boða frið,
men bert dómur Guds og vónloysi tá er.

5. Hetta alt skjótt er ein veruleiki, vinur, hugsa tær,
hvat tað kosta kann at bíða enn ein dag
við at taka mót Guds soni – hann jú syndir tínar bar,
tá á krossinum hann doyði – trúgv bert tað.

FavoriteLoadingGoym tekstin