Tá ið lívið gevur okkum skursl og sár

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Arnfinnur Setberg

1. Tá ið lívið gevur okkum skursl og sár,
eg við pínu noyðist turka burtur tár
– nakað er í hjarta mínum eins og vár.
Einaferð, so broytist alt – ja, tað broytist alt ein dag.

Niðurlag: Einaferð, so broytist alt,
sorg og stúran burtur – fjalt.
Einaferð, so broytist alt til dýrd, mín sál,
tí tú hevur Harran valt.
Í tí sæla landi har
Harranum vit liva nær.
Einaferð, so broytist alt, broytist alt ein sælan dag

2. Tá ið byrðar tykjast tungar, lítil løn,
tá ið heimurin meg háðar og slær øn
– aftur verði mintur um ígjøgnum bøn.
Einaferð, so broytist alt – ja, tað broytist alt ein dag.

3. Tá í grøv ein kærur vinur lagdur varð,
sorgin eins og svørðið meg í hjarta skar
– tryggur – veit eg, ævigt lív mær Jesus bar.
Einaferð, so broytist alt – ja, tað broytist alt ein dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin