Tá ið lívsins stormar súsa

James McGranahanVictor Danielsen
Orð: Mary E. Servoss
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Tá ið lívsins stormar súsa,
og teir ræða mína ond,
Harri, tá eg lívd mær søki,
læ av tíni høgru hond!

Niðurlag: Hann vil verja,
hann vil verja,
tá ið ilt á meg vil herja;
hann vil verja,
hann vil verja
meg við síni høgru hond.

2. Um tú royndir á meg sendir,
eg tó veit, tú elskar meg;
tær bert fáa meg at leingjast
eftir skjótt at síggja teg.

3. Vilja fíggindar meg skaða,
Satan brúka alla list,
alt tó verður mær til besta,
sum mær Harrin lovar vist.

4. Lat so stríðið her bert møða,
lat bert hótta havið vilt!
Jesus er mín fasti klettur,
hann vil siga: Tig, ver stilt!

FavoriteLoadingGoym tekstin