Tá ið ljódliga skýmir, burt dagurin fer

Orð og lag: Chas. E. Durham
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: There’ll be light at the river for me

1. Tá ið ljódliga skýmir, burt dagurin fer,
áin Jordan so myrk tekkist mær,
tá av sonnum kann sigast, tí Gud sól mín er:
„Ljóst skal verða við ánna mær har.“

Niðurlag: Ljóst skal verða við ánna mær har,
Jesus vann meg og synd mína bar!
Hann at eiga er dýrt,
tá eg flyta skal burt,
ljóst skal verða við ánna mær har.

2. Um enn illgongd er gøtan, so tunglig og long,
flýddu vinir, og svikin eg varð,
tá hin hugsan meg lívgar, mær birtir ein song,
ljóst skal verða við ánna mær har.

3. Sæla vissu eg eigi og himmalska vón,
skjótt í havsbrúnni land eygað sær,
í tí fagnaðarstund trúgvin býtist við sjón,
ljóst skal verða við ánna mær har.