Tá ið myrkrið valdið fær

Orð: R.O. Smith
Lag: J. Lincoln Hall
Týtt: Victor Danielsen

1. Tá ið myrkrið valdið fær,
halt á at biðja!
Harrin er við signing nær,
halt á at biðja!
Lat ei óttan valdið fá!
Ei skal nakað ilt teg ná,
Gud veit veg, og Gud veit ráð –
halt á at biðja!

Niðurlag:
Halt á at biðja!
Halt á at biðja!
Gjøgnum Jesu dýra navn
halt á at biðja!

2. Áh, Guds barn, um mótið sveik,
halt á at biðja!
Renna tár, er trúgvin veik,
halt á at biðja!
Skjótt títt eyga dagin sær,
einki tár skal renna har;
bið, tí Gud er altíð nær,
halt á at biðja!

3. Er tín sál av stríðnum móð,
halt á at biðja!
Bið, tí Harrin livir tó,
halt á at biðja!
Hjartans róp títt hoyrir hann,
hjálp hann ei tær sýta kann;
tann, ið leit á Gud, hann vann –
halt á at biðja!

4. Prís við bøn skal fylgjast her;
halt á at biðja!
Bið, til lívið liðugt er,
halt á at biðja!
Til tú í tí gylta stað,
skalt, hin endaleysa dag,
syngja við í gleðilag –
halt á at biðja!

FavoriteLoadingGoym tekstin