Tá ið nú skjótt móti kvøldi líður

Victor Danielsen
Orð og lag: Elsa Eklund
Týtt: Victor Danielsen

1. Tá ið nú skjótt móti kvøldi líður,
fellur tá myrkur á teg?
Ella ta stund, tú um markið stígur,
vísir tá lívssólin seg?

Niðurlag: Rennur hon upp, tá ið kvøldið kemur,
rættferðarsól fyri tær,
og er tín sál nú í blóði tváað,
so tú fært pláss uppi har?

2. Tíðin, vit hava, ber skjótt mót enda,
skjótt er alt farið, men hvar?
Skalt tú, mín vinur, í Himli lenda
og vera vælkomin har?

3. Ræðist tú fyri, at náttin kemur?
Tíðin jú rennur avstað;
sig tað við Jesus! Tí hann vil hjálpa,
hann vil teg frelsa í dag.

Niðurlag: Tá skal hon rísa, tá kvøldið kemur,
rættferðarsól fyri tær,
og tá tín sál er í blóði tváað,
Gud ongan blett á tær sær.

FavoriteLoadingGoym tekstin