Tá ið nú vit saman koma

Orð: Victor Danielsen
Lag: William L. Viner, Henry John Gauntlett

1. Tá ið nú vit saman koma,
endamálið eitt bert er:
At tann sál, sum ófrelst gongur,
frelst skal verða nú og her;
tí Guds Andi, tí Guds Andi
evangelium fram ber.

2. Hetta eina mást tú gera,
kæri vinur, ansa tí:
Tú mást taka mót Guds Soni,
yvir tí um markið stíg!
Annars skalt tú, annars skalt tú
søkka ævigt myrkur í.

3. Tá ið tú nú aftur hoyrir,
hvussu straffina hann bar,
og at tú kanst fríur verða,
tí at hann krossfestur varð,
tak tá mót tí, tak tá mót tí,
ger tað, og ei burtur far!

4. Eingin frelsa er á foldum,
um títt hjarta vrakar hann,
einki annað navn er givið,
harvið sál tín frelsast kann;
trúgv tí, vinur, trúgv tí, vinur,
á hitt blóð, í tín stað rann!

FavoriteLoadingGoym tekstin