Tá ið summar er liðið, og heystdagur við

Orð: Samuel Francis Smith
Lag: Hugh Henry McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Tá ið summar er liðið, og heystdagur við,
bøn og prædika ljóða ei meir,
tá ið eingin rødd boðar um náði, um frið,
og Frelsarin kallar ei fleir –
ja, tá summar er liðið, og heystdagur við,
áh, ert tú tá har,
har sum sól altíð sær,
og syndbylgjan longur ei slær?

2. Tá ið Andans rødd síðstu ferð rópt hevur her,
hin rødd, eftir sálunum spyr,
tá hin bjargandi hondin ta seinastu ferð
hevur bankað á syndarans dyr –
ja, tá summar er liðið, og heystdagur við,
áh, sig, skalt tú tá
tína gullhørpu slá
tí himmalsku strondini á?

3. Tá ei syndarar meir gerast hvítir sum snjó –
tann tíð, hon kann koma so brátt –
vinur, skalt tú tá søkka í brúsandi flóð,
fara út í ta ævigu nátt? –
Ja, tá summar er liðið, og heystdagur við,
áh, sælur tá tann,
sum, tá alt annað svann,
átti Jesus og trúði á hann!

FavoriteLoadingGoym tekstin