Tá ið teir sóu landið

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Hans Jacob Højgaard

1. Tá ið teir sóu landið,
var tað ein vøkur sjón.
Birtist teimum í barmi
frælsis treysti og vón. –
Tindar og grønar líðir
dagaðu upp úr sjó.
Ljóðaðu undir bjørgum
tey kendu, heimligu ljóð.

2. Tá ið teir nomu landið –
var tað eitt vakurt land,
ið ikki var mannasølkað,
har var ikki fjøtur, ei band.
Fossar dundu í botnum,
vøtnini skygdu blá –
lógu í dýrd og droymdu
við lómum og oknum á.

3. Og undir urð og bergi
fuglur í flokki fleyg.
Seyður í líð á bóli.
Og bláberjalyng’ um heyg.
Kópur í látursmunna,
hvalur og grind við strond.
Hetta landið var “landið”
og betri enn onnur lond.

4. Møður kvøða við vøggu
um gull, sum er seymað í pløgg. –
Børnini renna um teigar
og vaða í morgundøgg.
Altíð er landið “landið” –
bæði í logn og í ódn –
og vit, sum her liva á landi,
vit eru landsins børn.

FavoriteLoadingGoym tekstin